Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jan Nystrøm listaframsýning í Miðstovuni

Dávur Winther

Talan er um áhugaverda listaframsýning, sum Jan Nystrøm hevur í Miðstovuni í gomlu handilshúsunum Úti í Klaksvík – Miðstovan liggur millum Spania-stovu og Leikalund.

„365 – Ein tekning hvønn dag í 2018“ er ikki minni áhugaverda heitið á listaframsýningini, har Jan Nystrøm sýnir fram úr tekningavavinum frá 2018, tá ið hann setti sær fyri at gera eina tekning hvønn dag.

Jan gekk í Holbæk kunst højskole 2004 og á The Drawing academy í Viborg 2011.

Hann hevur havt listaframsýningar runt alt landið, og hevur havt framsýning í Leikalund fleiri ferðir fyrr – eisini var hann við á Summarlist í fjør.

Jan er ein fjølbroyttur listamaður, sum fæst við tekning, tónleik, animatión, grafiti/vegg-myndir, og tað kemur heilt víst meira á listan seinni.

Fernisering við tónleiki er á skrá mánadagin 18. februar kl. 18.  Ein biti við onkrum svalandi verður eisini at fáa.

Framsýningin er opin allar dagarnar í Torravikuni í Miðstovuni, mánadag – fríggjadag kl. 16 – 21.

Harleyfacadeacryl