Nú er fyrsti mánaðurin í árinum farin afturum – næstan. 1. februar er í morgin. Arkivið hjá donsku veðurstøðini er altíð áhugavert at kaga í, hvussu veðrið hevur verið, og – ikki minni – hvussu heitur var januar í ár í mun til aðrar januar-mánaðir?
Tølini eru fyri mátistøðina í Havn.
Mesti hitin var máldur 14. januar, og minsti hiti máldur 20. januar: 8,1 stig og -3,5 stig, ávikavist. Síðan 2010 er hetta lægsta máting fyri mest málda hita. Fyri minst málda hitan hava árini síðan 2010 verið eitt sindur blandað, og minst máldi hitin fyri januar í ár er í kaldara enda.
Miðalhitin fyri januar var 3,8 stig. Tað er 0,2 stig heitari enn miðalhitan fyri 1961-1990. Januar í ár var 0,2 stig heitari enn januar 2016; men annars skulu vit heilt aftur til 1994 at finna ein kaldari januar.
Kaldasti januar síðan 1875 var í 1918. Tá var miðalhitin -1,2 stig. Heitasti januar síðan 1875 var í 1946. Tá var miðalhitin 6,2 stig.



