21 telvarar luttóku í talvkappingini Kjølur Open, sum varð telvað í vikuskiftinum 1.-3.apríl. Vinnari av kappingini bleiv Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag.
Árliga vikuskiftiskappingin Kjølur Open varð telvað farna vikuskiftið á Skúlatrøð í Klaksvík.
Janus Skaale vann kappingina við 6 stigum. Hetta er fyrsti GP-sigur hjá honum. Luitjen A. Apol og Margar Berg úr Havnar Telvingarfelag gjørdust ávíkavist nr. 2. og 3 við 5 stigum hvør.
Yvirhøvur telvaði Janus sannførandi gjøgnum alla kappingina, og setti einans 1 stig til í teimum 7 umførunum. Tað var í seinasta umfarinum móti Luitjen A. Apol, men tá var 1. plássið hjá Janusi longu tryggjað frammanundan.
Samanumtikið gekk kappingin væl og karmarnir á Skúlatrøð eru framúr til kappingar av hesum slagi. Fleiri ungir luttakarar eru vanliga við til vikuskiftiskappingarnar, og soleiðis var eisini hesaferð. Millum yngru telvararnar, ið gjørdu vart við seg, vóru Markus Jacobsen úr Kollafjarðar Talvfelag og Rókur Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag, ið fingu ávíkavist 3,5 og 4 stig.
Ratingsvirðislønirnar fingu Brestir Samuelsen og Kenneth Thohauge. Brestir stóð seg best í bólkinum undir 1200, meðan Kenneth vann bólkin fyri teir við rating 1201- 1500.
Øll úrslitini eru at finna á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya: https://chess-results.com/tnr624038.aspx?lan=1&art=4


