Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Janus Wiberg Mortensen er næstur á pall á FríðuTónum

Norðlýsið

Eftir eina framúr konsert við “Son of Fortune” leygarkvøldið á FríðuTónum, er túrurin nú komin til at njóta vøkru røddina og tónarnar frá Janus Wiberg Mortensen. Konsertin verður leygardagin kl. 21.00, og umframt sang og góðan tónleik, verður eisini møguligt at keypa sær okkurt leskiligt.

Janus Wiberg hevur seinastu árini veruliga gjørt um seg á tí føroyska tónleikapallinum. Øll kenna lagið “mítt vakra Føroya land”, sum hvørt mansbarn man syngja við til, tá ið tónarnir ljóða úr útvarpslurtinum. Eyðkenda røddin Janusi, hevur eisini ført hann á danska tónleikapallin, við eitt nú lagnum “Når Lyset Rammer”, sum eisini er komið út sum videolag.

Fangandi tekstirnir og lætti poptónleikurin er hugtakandi. Leygardagin kemur Janus, saman við klaksvíkinginum Símun Dam, at framføra á FríðuTónum. Hetta er sjeynda konsertin hjá FríðuTónum í ár, og sigast kann ikki annað enn, at fólk hava tikið sera væl undir við nýggja tónleikastaðnum.

Meðan vit gleða okkum – og bíð eftir – at hoyra Janus Wiberg Mortensen LIVE á FríðuTónum leygardagin, kunnu vit klikka okkum inn á leinkjuna niðanfyri, og njóta sangin “mítt vakra Føroya land”.

LURTA HER

Atgongumerki kunnu keypast HER

 

Harleywoodpaint