Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Japanskar/føroyskar orðabøkur verða latnar upp týsdagin 23 kl.20.

Tíðindaskriv

So er fyrsti stigið at byggja brúgv millum føroyskt og japanskt komið undir land

Hjúnini Sunnva og Hiromasa Asano hava í tvey ár arbeitt við japanskari- føroyskari/ føroyskari – japanskari orðabók, og higartil hava tey fullfíggjað 10.000 leitorð í hvørjari bók.

Tað er vorðið so mikið væl umtókt hjá føroyingum at læra seg japanskt, at vit halda, at tey, ið fara undir kvøldskúla í japonskum í heyst, eiga at sleppa at arbeiða inni á Sprotanum.

Orðabókaarbeiðið heldur sjálvandi fram og bøkurnar fara at vaksa fyri hvønn dag.

Japansk vika er í Havn, japanar eru her og kunna seg um føroyska vinnu, tí  nýta vit høvið beint nú. Japanskir gestir vera við til tiltakið.

Kom oman á Reinsaríið týskvøldið kl 20 til eina hugnaløtu við japonskum dámi. Hátíðarhalt saman við okkum, at vit enn ein ferð hava greipað eitt fremmant mál saman við okkara á Sprotanum.

Umframt røður og upplestur fært tú góðan tónleik og ymist gott til góman, sum Tórshavnar kommuna bjóðar.

Hjartaliga væl komin oman á Reinsaríið.