Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JASMIN – Útgávukonsert

Tíðindaskriv

Útgávukonsert við JASMIN verður í Spaniastovu fríggjakvøldið 27.nov. kl 21.

JASMIN hevur latið úr hondum EP-útgávu ”not that surprised” . Í hesum sambandi er bólkurin á konsertferð í Føroyum fyri at hátíðarhalda útgávuna.

Útgávan ”not that surprised” er ein tónleikaverð, har old-school hip hop verður blandað við soul og elektroniskum poppi.
Bólkurin hevur arbeitt við útgávuni í næstan 2 ár. Ummælini eru góð, og tey eru sera spent at framføra í Spaniastovu fríggjakvøldi.

Manningin er Jasmin Mote – sang, Bergur Fonsdal Johannesen – Bass, Vinjar Egilsens Petersen – Synths, Harald Fonsdal Johannesen – Trummir.

Dyrnar lata upp fríggjakvøldið kl 2030. Koronatilmælini verða fylgd.