Í 2013 varð Gerhard Lognberg tveittur úr Javnaðarflokkinum og í dag varð Kristin Michelsen somuleiðis koyrdur úr Javnaðarflokkinum, sum javn og savnt beinir burtur sterkar politikarar í útjaðarinum.
Vit hava víst á gongdina í longri tíð og leikurin í dag er ikki at fara skeivur av – Javnaðarflokkurin er ein miðstaðarflokkur og hevur sína stóru basu av atkvøðum har.
Javnaðarflokkuin hevur tað ikki gott við sterkum politikarum í útjaðarinum. Í 2013 fekk sterki maðurin á Sandoynni Gerhard Lognberg durafjórðingin og í dag fekk sterki maðurin í Suðuroynni Kristin Michelsen so politiska banahøggi frá Aksel V. Johannesen, løgmanni.
Felags fyri teir báðar er, at teir eru borgarstjórar, Gerhard í Skopun og Kristin á Tvøroyri.
Kristin Michelsen fekk 302 atkvøður á løgtingsvalinum í 2015.



