Hóast veljarakanningin her á síðuni skal takast í størsta varsemi, so er nokk so stuttligt at fylgja við. Eftir tølunum, so fáa vit ein stóran flokk og fýra smáar aftaná kommunuvalið
Tá 425 atkvøður vóru á www.nordlysid.fo var støðan hon, at Fólkaflokkurin hevði fingið 4 fólk í býráðið, Sambandsflokkurin 2, Javnaðarflokkurin 1, Sjálvstýrisflokkurin 2 og Tjóðveldisflokkurin 2.
Men, hyggni lesarin sær, at pollkanningin hjá okkum hækkar desimálirnar og tí vóru samanlagt 103 % og hetta umframt nógv onnur viðurskifti ger, at ilt er at rokna út. Men sum tølini vísa, so fær tjóðveldisflokkurin nú bert tvey fólk í býráðið ímóti trimum, sum hann hevur staðið til fyrr, hóast Tjóðveldisflokkurin er sera tætt uppat triðja manninum.




