Øll tey fýra landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum og tey bæði hjá Framsókn búgva í Suðurstreymoy. 7 av 9 landsstýrisfólkum vera úr Suðurstreymoy. Tjóðveldi hevur hinvegin 2 umboð úr útjaðaranum og bert eitt úr miðstaðnum.
Tað verður stutt hjá landsstýrisfólkunum hjá Javnaðarflokkinum og Framsókn at støkka inn á gólvið hvør hjá øðrum til ein kaffiduss. Øll tey fýra landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum og tey bæði hjá Framsókn búgva nevniliga í somu kommunu, ið er Tórshavnar Kommuna.
Fyri Javnaðarflokkin fara Margit Stórá, Djóni Nolsøe Joensen, Ingilín D. Strøm og Aksel V. Johannesen í Landsstýrið. Fyri Framsókn verða tað Ruth Vang og Bjarni K. Petersen. Hetta kunngjørdi løgmaður fyri løtu síðan á Tingsins røðarapalli.
Tað er einans Tjóðveldi, ið hevur skeitt út um Suðurstreym eftir landsstýrisevnum. Har funnu tey Dennis Holm, nýggjan landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Sirið Stenberg, nýggja landsstýriskvinnu í almannamálum, sum bæði koma úr Vági í Suðuroy. Umframt tey bæði er Høgni Hoydal úr Hoyvík eisini landsstýrismaður fyri Tjóðveldi.



