Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Javnaðarflokkurin skavar inn undir seg

Jóhann Lützen

Løgmaður hevur tikið familjurættin frá Tjóðveldisflokkinum. Sonja Jógvansdóttir undrast stórliga og vónar at hetta er eitt mistak.

Familjufyrisitingin er júst yvirtikin. Sirið Stenberg hevur lagt nógva orku í hetta mál og nú tað er yvirtikið hevur løgmaður tikið støðu til at Almannamálaráðið við partakvinnuni Eyðgunn Samuelsen skal umsita familjufyrisitingina. 

Sonja Jógvansdóttir hevur gjørt tey sokallaðu bleytu málini til sítt kall á løgtingi. Hon skilir púrt einki av støðuni og skrivar soleiðis á sínum facebook vanga:

 

Eg síggi, at løgmaður ætlar at leggja nýyvirtikna málsøki familjurættin yvir til almannamál ,og taka hetta úr hondunum á landsstýrisfólkinum í heilsumálum- hetta hendir 1. oktobur sambært hesi fráboðan.

Hetta undrar meg stórliga, tí á tí málsøkinum eru hópurin av málum, ið liggja í órøkt – eitt nú spurningurin um barnafátækradømi og akutta býlisneyðin um alt landið!

Eg vóni, at hetta er eitt mistak, ið verður tikið aftur. Eisini løgið, at eitt málsøki, ið er væl fyrisitið, verður tikið frá einum landsstyrisfólki og koyrt til landsstýrisfólk, ið ikki megnar at fyrisita sítt málsømi sum er!

Harumframt er tað ótrúliga undrunnarsamt, at tú fyrisitingarliga ætlar at hoyggja runt við einum nýyvirtiknum máløki – heldur skuldi familjufyrisitingin fingið arbeiðsfrið at víðariment stovnin!

Serfrøðin innan øki liggur væl eisini í Heilsu- og innlendismálaráðnum, sum júst hevur staðið fyri eini væl eydnaðari yvirtøku!

Gamalt var if it ain’t broke, don’t fix it

 

Fráboðanin hjá Løgmanni og landsstýrinum sæst her.