Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Javnaðarkafé í Klaksvík leygarkvøldið 

Norðoya Javnaðarfelag

Leygarkvøldið 3. september kl. 20:00 verður Javnaðarkafé í Finastøðini í Klaksvík.

Kom til eitt hugnaligt kvøld við undirhaldi, góðum práti og onkrum góðum at drekka og eta. Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis. Tað verður eitt sindur av politikki – og undirhald fyri rest.

 

Á skránni verður:

• Sjúrður Skaale heldur skemtiligan og upplýsandi fyrilestur við heitinum: “Vit hava tørv á meiri galskapi”

• Eyðgunn Samuelsen heldur røðu

 

• Danny Baldursson spælir nøkur løg

 

• Aksel V. Johannesen sigur nøkur orð

 

• Pub quiz

 

Vit vóna at síggja nógv fólk í Finastøðini leygarkvøldið.