Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Javnstøða skal vísast ikki lýsast

Demokratia

Í samgonguskjalinum skrivar nýggja samgongan: “Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum.” Men longu í síni fyrstu avgerð, manningini av nýggjum landsstýri, er javnstøðan ikki havd í huga. Hóast allir flokkar hava væl skikkaðar kvinnur til landsstýrissessirnar er kynsbýtið tvær kvinnur og fimm menn*. Ella 29% kvinnur og 71% menn. Hetta er ein stór afturgongd í mun til verandi landsstýri, ið er 50/50.

 

Demokratia fegnast um føgru orðini, men harmast um, at tey ikki verða víst í verki. 

Á einum løgtingsvali er trupult at ávirka atkvøðubýtið og á tann hátt tryggja javnstøðu í Løgtinginum. Men í valinum av landsstýri er tað als ikki torført, tað krevur einans politiskan vilja.

Tað er tí ein sera lítil troyst í, at kynsbýtið í Løgtinginum nokk verður eitt lítið sindur frægari enn á valinum, nú talið kann fara úr 10 til 13 kvinnur. 

* Umframt, at fleiri miðlar hava kunngjørt nøvnini á landsstýrisfólkunum, hava vit eisini fingið tey váttaði frá keldum í flokkunum. Tó hevur samgongan møguleika at broyta manningina, so javnstøða aftur valdar í landsins stjórn.