Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag endaði javnur 5 – 5
Hetta er fyrsta ferðin, síðan hesin tátturin var tikin uppaftur í 2021, at dysturin er endaður javnur.
Havnarmenn vóru við yvirlutan á teimum ovaru borðunum, klaksvíkingar høvdu munin á aftaru borðunum.
Telvað var á tíggju borðum í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen. Dysturin tók knappan tíma, talan var tí um kviktelving.
Havnin – Klaksvík 5 – 5
- Luitjen A. Apol – Ólavur Simonsen ½ – ½
- Carl Eli N. Samuelsen – Rani Baldursson 1 – 0
- Rógvi W. Rasmussen – Haldur S. Johansen 1 – 0
- Elias Petersen – Terji Petersen 1 – 0
- Hjalti T. Jógvanson – Janus Skaale 1 – 0
- Herluf Hansen – Ingolf Gaard 0 – 1
- Margar Berg – Wille Olsen 0 – 1
- Arild Rimestad – Tummas M. Sólsker ½ – ½
- Óli Joensen – Flóvin M. Tummasarson 0 – 1
- Poul Poulsen – Rógvi H. Olsen ½ – ½




