Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jazzur úr París í býráðshúsinum í Norðragøtu

Tíðindaskriv

Sunnudagin 9.september verður konsert í nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu.

Michael Felberbaum 3Elements, er ein trio og nokkso óvanlig ljóðførisútseting við gittari, saksofon og klaveri. Tað er ein “trialogur” millum teir tríggjar gávaðu og royndu tónleikararnar, sum skara framúr í rútmu og improvisatión.

Teir spæla kompositiónir eftir Michael Felberbaum og nýggjar útsetingar av pop sangum. Tað er ein “Kamar-jazz” ljóðmynd – innilig, sansalig og rútmisk. Trio’in hevur heimstað í París. Saksofonspælarin undirvísir í jazzi og improvisatión á ymsum konservatorium, klaverleikarin er ein av teimum mest umbidnu í Fraklandi og gittarleikarin skrivar stóran part av tónleikinum, sum bólkurin arbeiðir við.

Konsertin er komin í lag gjøgnum franska konsulin, Honnu Jensen. Konsertin er ókeypis og ein liður í at royna ymisk mentanartiltøk í nýggja prísvinnandi býráðshúsinum, ið við góðum akustikki eisini er vælegnað til tónleikaframførslur.

Konsertin byrjar kl.17  – ókeypis atgongd!

Verið vælkomin!