Jens Heri Bolstad Mortensen og Harald Dam, bjargaðu flóttum 200 fjórðingar úr Tenerife. Les frágreiðingina frá Jens Hera niðanfyri.
Soleiðis skrivar Jens Heri á sínum Facebookvanga:
Takksemi er eitt lítið orð, sum kann hava sera ymiskan týdning.
Eg kann vera takksamur fyri, at mamma bar meg i hendan heim, eg kann vera takksamur fyri eitt smíl frá míni elskaðu, eg kann vera takksamur fyri, at Liverpool skal spæla finalu á Wembley í liga cup.
Týskvøldið upplivdi eg takksemi á ein heilt annan hátt. Tá hoyrdi eg og Harald, yvirstýrimaðurin og restin av manningini umborð lovsong og takkarkvøðu frá 35 flóttum, sum vórðu bjargaðir einar 200 fjórðingar norður úr Tenerife.
Tað rørdi hjartarøturnar, at hoyra teir syngja, klappa og senda kossar móti dekkarunum, sum stóðu við lúnnininga. Ikki tí, at vit skiltu eitt einasta orð, flóttarnir vóru ivaleyst úr Marokko, men tað var ongin ivi um, at takksemi og gleðin um at vera bjargaður var sera stór. Teirra dreymur um eina betri tilveru livir so enn, og ikki sum hjá so mongum túsund, sum drukna og ikki bera boð í bý.
Søgan er í stuttum hendan.
Tað var týsmorgun, at vit stevndu suðureftir – eru á veg aftur til Brasil eftir dokk í Portgual.
Eg og Harald sótu og fingu okkum ein kaffimunn, tá stýrimaðurin ringdi frá brúnni, at eg mátti koma upp beinanvegin, onkur var í neyð.
Vit runnu so upp á brúnna og sóu ein lítlan bát, við nógvum fólki umborð. Avgerð varð beinanvegin tikin um at taka ferðina av skipinum og sigla yvir til neyðstadda bátin.
Vit sigldu spakuliga yvir til teirra, og taldu einar 30 mans umborð á bátinum. Teir veipaðu við ørmunum og vísti, at teir vóru bæði svangir og tystir, og so royndi teir eisini at vísa, at vit skuldu fáa fatur á løgregluni.
Tað gjørdist nokkso skjótt greitt, at teir vóru flóttar, og at teir í fyrsta umfari ikki vildu umborð til okkara, men at teir vildu hava, at mynduleikarnir komu eftir teimum.
Onkur teirra dugdi so frægt av enskum, at hann fekk greitt frá, at teir høvdu verið umborð á bátinum í 10 samdøgur, so teir vóru sjálvandi ikki í besta standi.
Harald skipaði fyri, at vit fingu lora teimum vatn, proviant og teppir niður. Teir fingu eisini nakrar kassar av Coca cola og Cadbury. Tað var stuttligt at síggja, hvussu nógv teir nýttu at fáa eina cola og eitt petti av sjokulátu.
Kokkurin gjørdi teimum nakrar lekrar tvíflísir, og tað var ikki sørt, at eg mátti flenna eitt lítið sindur, tá hann fortaldi mær, hvat var í tvíflísini, har var ostur, salat, piparfrukt og so skinka J
Havandi í huga, at nærum 98 prosent av øllum Marrokanum eru muslimar, so er grísur nokk ikki ovast á matarlepanum, men í hesum førinum haldi eg, at Allah mann hava blundað eina løtuJ Tað gagnaðist teimum í øllum førum sera væl, og teir fingu eyka tvíflísir sendar niður.
Eg fekk fatur í MRCC Tenerife, og teir sendu ein velduga fínan bjargingarbát avstað við brestin.
Vit vórðu liggjandi og góvu flóttunum lívd, nú hann øtlaði veðrið og tað fór at gerast myrkt.
Týskvøldið um átta tíðina, vóru allir 35 flóttarnir umborð á bjargingarbátinum, og vit kundu halda leiðina fram.
Vit øll umborð høvdu eina góða kenslu, av at hava hjálpt okkara næstum, og fóru væl hýrd í koyggjuna hetta kvøldið.







