Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jens Marni í Christianskirkjuni 

Jóhann Lützen

Fríggjakvøldið 13. mai kl.20.00 verður ungdómsgudstænasta í Christianskirkjuni

Á skránni verður nógvur sangur. Umframt felagssang og lovsang fáa vit vitjan av Jens Marna Hansen, ið kemur at framføra nakrar sangir. Hanus á Gørðum, prestur, talar, og eisini verður altargongd.  

Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum við kaffi, køkum og hugnaligari samveru.