Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jesper heldur fram í KÍ

Jákup Ósá

Royndi miðverjin tekur minst eitt ár afturat í KÍ.

KÍ skrivar: KÍ og Jesper hava longt sáttmálan til komandi kappingarár.

32 ára gamli danin kom úr danska Brabrand til KÍ undan kappingarbyrjan 2019.

Jesper hevur leikt 86 dystir fyri KÍ har hann byrjaði við at spæla í miðverjuni men spælur fyri tað mesta sum vinstri bakkur í dag.

Jesper hevur havt liðskiparabandi á ein dyst í ár og kemur eisini at vera í liðskiparabólkinum komandi ár.

Vit ynskja Jesper Brinck framhaldandi bestu eydnu í KÍ!