Tvær broytingar í uppstillingini hjá KÍ.
Tað eru góð líkindi í Gundadali til fótbólt. Skýggjað og turt. KÍ er nakað broytt í mun til dystin móti TB. Inn koma Jesper Brinck, sum er tøkur eftir skaða, og Jonn Johannessen. Tað merkir, at Ísak Simonsen fer út á vinstra bakk. Hetta er eisini ”debut” í Europa fótbólti hjá 17 ára gamla Jonn Johannessen.
KÍ byrjar við hesum liðnum: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannessen – Simen Sandmæl, Patrik Johannesen





