Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Jesper Theilgaard klárur í Varpinum í dag

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Kendi danski veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard, fer at hava fyrilestur um veðrið í Varpinum mánadagin á Torradøgunum.

Hvussu ávirka veðurlagsbroytingarnar Føroyar?

Hetta er yvirskipaði spurningurin Jesper viðgerð á fyrilestri sínum, sum verður í Varpinum mánakvøldið í Torravikuni 17. februar kl. 19.30.

“Veðrið má sær ráða” – “Øll snakka um veðrið, engin ger nakað við tað”! Soleiðis plagar at verða tikið til.
Seinnu árini hava vit sæð eina munandi øking í hitalagnum um allan heimin.

Hetta merkir m.a. at tað er meira orka í alheims veðurlagsskipanini, og ávirkar hetta sjálvandi veðurlagið kring okkum – og sjálvandi eisini við Føroyar.

Í mun til Føroyar eru ”fjaldir” nakrir rættiliga stórir spurningar og ivamál, sum hvør í sínum lagi koma at merkjast í Føroyum – og fyri føroyingar.

– Hvørja ávirkan fær ein øking í hitanum í sjónum á m.a. regn, toku og avfall?

– Verða Føroyar raktar av fleiri og verri ódnum?

– Fer látrýstleiðin at broytast?

– Hvat kann kanska henda við Golfstreyminum?

Jú, spurningarnir er nógvir og týdningarmiklir, men svarini eru ikki løtt og greið.

Varpið kl 19.30 í kvøld, har tú kanst seta spurningar ella koma við viðmerkingum

Harleyfacadeacryl