Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

JFK latið KÍ nýtt vaskarí

ki.fo

KÍ hevur nógvar góðar stuðlar, sum gera tað møguligt at reka okkara felag. Ein av teimum heilt góðu er JFK við Hanusi Hansen á odda.

Mong munnu kenna Jóruna og Jóruna, sum í mannaminni hava vaskað klæðir í kjallaranum í KÍ-høllini. Tað eru tær báðar, Jórun Biskopstø og Jórun Jacobsen, sum hava vaskað klæðir við vanligum vaski- og turkimaskinum standandi á gólvinum.

Soleiðis verður ikki frameftir, nú Hanus og JFK hava latið KÍ eitt nýmótans vaskarí við tveimum ídnaðar vaskimaskinum og turkitrumlum, ið eru settar upp í góðari arbeiðshædd. Aftrat maskinunum er eisini ein doseringskipan sett upp, sum sjálvvirkin letur reingerðarevni til maskinurnar.

Hetta er eitt stórt framstig fyri at tryggja góðar arbeiðsumstøður til tær báðar í nógv ár frameftir.

Á vaskarínum hjá KÍ vera venjingarklæðir hjá Betri monnum og kvinnum dagliga vaskað – umframt dystarklæðir hjá 1. deild monnum og Betrideildunum. Eisini kemur fyri, at klæðir frá Akademinum koma til vask hjá teimum báðum.

KÍ takkar JFK og Hanusi hjartaliga fyri stórfingnu gávuna.