Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóan Símun er stóra stjørnan

Jákup Ósá

(Andorra) Jóan Símun Edmundsson er helst tann leikarin meir enn nakar annar, har vónir vera settar til, at hann kann skora avgerandi mál, ið kunnu tryggja føroyingum sigurin á Andorra leygarkvøldið.

Uppundir landsdystin í Andorra áðrenn fráferð hevur nógv verið tosað um vánaliga graslíkisvøllin, ið Andorra spælir sínar heimadystir á. Men er vøllurin ikki verri enn teir vøllirnir, sum landsliðið hevur vant á, so eru umstøðurnar til at liva við, heldur Jóan Símun Edmundsson, sum kanska meir enn nakar annar væntast at kunna blíva avgerandi leikarin í álopspartinum.

– Vit hava ikki vant so hart fyrsta dagin, men meira taktiskt. Vøllirnir hava verið fínir, so vónandi er vøllurin, har vit skulu spæla, ikki verri enn hesir, men vit eru fyrireikaðir óansæð. Teir flestu av okkum eru uppvaksnir við slíkum graslíki sum vit hava vant á í dag, so tað burdi ikki verið nakar trupulleiki. Annars eru umstøðurnar frálíkar í Andorra, sigur Jóan Símun Edmundsson við Norðlýsið. Hann heldur, at hetta er møguleikin hjá nýggjum leikarum at vísa seg fram, nú fleiri avboð eru.

– Nýggir leikarar koma inn og teir hava nakað at prógva. Eg vænti, at hetta liðið er nóg gott til at vinna á Andorra. Men vit vita, at teir hava bitið frá sær á heimavølli fyrr, sigur Jóan Símun.

Leikluturin

Jóan Símun Edmundsson hevur havt viðgongd seinstu tíðina í donskum fótbólti, har hann hevur skorað nógv mál fyri danska superliga felagið OB.

– Eg føli meg øgiliga væl fyri. Eg havi havt onkran trupulleika við knænum, men havi spælt næstan allar dystirnar. Vit eru mitt í kappingini, so kanska havi eg ein fyrimun har í mun til leikararnar í føroysku kappingini.

Spurningurin er, um Jóan Símun Edmundsson verður fremsti leikarin ella um hann fer at spæla meira sum hangandi álopsleikari hesaferð.

– Eg veit einki og kanska hava teir ikki avgjørt tað heldur. Í Vejle dámdi mær øgiliga væl at spæla sum álopskendur miðvallarleikari, í Onglandi og Noregi spældi eg kanska mest kantur, so tað er trupult at siga, hvat mær dámar best, segði Jóan Símun Edmundsson við Norðlýsið eftir venjingina.