Undan kvøldsins dysti høvdu bara útlendskir leikarar skorað fyri KÍ.
Deni Pavlovic og Ronni Møller-Iversen vóru undan dagsins dysti einastu málskjúttar fyri KÍ á útivølli í Europa dystum. Í kvøld bleiv Jóannes Bjartalíð fyrti føroyski málskjúttin, tá hann við brotssparki skoraði til 1-0 í 29. minutti móti Tre Fiori í San Marino.


