Í dag spælir Jóannes Bjartalíð sín U21 landsdyst nummar 18. Eingin føroyskur leikari hevur nakrantíð spælt fleiri U21 landsdystir.
Men metið verður deilt saman við einum øðrum klaksvíkingi. Kristoffur Jakobsen hevur átt metið í nøkur ár. Hann hevur spælt 18 U21 landsdystir. Dysturin hjá Jóannes í dag móti Danmark verður hansara dystur nummar 18 sambært FaroeSoccer.
Dysturin millum Danmark og Føroyar byrjar í dag kl. 17.00 og verður vístur á Kanal 5 í Televarpinum.




