Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóannes K. Danielsen: Eg havi samband við KÍ

Jákup Ósá

Høgri bakkurin hevur ongan sáttmála.

Jóannes K. Danielsen, sum árini 2018-2021 spældi ein stóran leiklut á KÍ-liðnum, fór til Danmarkar at spæla í 2022. Hann hevur spælt við Næstved, sum flutti upp í næstbestu deildina farna kappingarár. Jóannes var inn og út av liðnum, har eisini sjúka ávirkaði eina tíð. Nú er sáttmálin útgingin og søgur hava sett Jóannes í samband við barndómsfelagið KÍ, sum í summar, skal spæla minst fýra altjóða dystir.

– Eg havi allatíðina samband við KÍ, men mest sannlíkt fari eg at halda fram at spæla niðri, sigur Jóannes K. Danielsen við Norðlýsið.