Fyri fyrstu ferð nakrantíð Jóannes K. Danielsen ein U-landsdyst. Hann byrjar inni á U21 landsliðnum, sum spælir seinnapartin í Georgia.
20 ára gamli Jóannes K. Danielsen, sum hevur verið sannførandi fyrstu tvey umførini í Betri Deildini, kom í U21 landsliðshópin í fjør eftir, at hann fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum í KÍ, har hann var valdur til ársins stjørnuskot. Í dag skal hann standa sína fyrstu veruligu roynd, tá hann byrjar inni á høgra bakki á U21 landsliðnum. Hetta er samstundis hansara fyrsti landsdystur nakrantíð, tí hann hevur ongantíð spælt á nøkrum U-landsliði áður.
Eli Hentze hevur sett liðið til dystin: Karsten Hansen – Jóannes K. Danielsen, Bjarni Petersen, Bartal Wardum, Erlendur Magnussen – Høgni E. Nielsen, Teit Jacobsen, Jóannes Bjartalíð, Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen – Jákup Thomsen. Har kemur Høgni væntandi at liggja sum verjukendur á sentrala miðvøllinum aftanfyri Teit og Jóannes Bjartalíð, meðan Benjamin og Meinhard vera á kantinum aftanfyri álopsleikaran Jákup.
Dysturin byrjar kl. 15.00 føroyska tíð.


