Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóannes og Árni nærkast 100

Jákup Ósá

Seinna málið hjá Jóannes Bjartalíð í dag var nr. 90.

Sambært FaroeSoccer hevur Jóannes Bjartalíð nú skorað 90 mál í 191 dystum í bestu deildini. Enn nærri 100 málum er Árni Frederiksberg, sum í dag skoraði sítt mál nr. 97 í bestu deildini.

Páll A. Klettskarð skoraði síni mál nr. 155 og 156 og manglar nú bara eitt mál til at blíva einsamallur sum nr. 2 á listanum yvir flest mál í bestu deildini í føroyskum fótbólti.