Jobmatch, sum byrjaði á fyrsta sinni í 2008 hevur støðugt ment hesi seinastu 10 árini. Tað legst til við virkjum, kommunum og stovnum av ymsum slag, sum vilja vera við og somuleiðis legst til við vitjandi.
Í ár vóru ikki færri enn 55 stovnar og virki umboðaði á Jobmatch, sum var í Norðurlandahúsinum í gjár, har væl av vitjandi vóru eisini.
Tað er Katrin I. Gregersen, ráðgevi á Syntesa, sum er samskipari av Jobmatch. Men hevur hon eisini ein stýrisbólk afturat sær og í honum sita umboð fyri Tórshavnar kommuna, Vinnuhúsið, Altjóða Skrivstovan undir Fróðskaparsetrið Føroya (ASK) og Megin Felag føroysku Studenta (MFS).
Eitt av endamálunum við Jobmatch er at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av tí føroyska samfelagnum, skriva tey á heimasíðuni. Við at fyriskipa eina slíka starvsstevnu verður hildið møguligt at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild.
Tí ber væl til við stevnu sum Jobmatch, at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella uppgávuevnir til prosjektskriving hjá fyritøkum og stovnum, sum m.a. eru á Jobmatch og har kanska byrja eitt møguligt framtíðar samstarv.


















