Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jobmatch í dag

Jóhann Lützen

Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum fer at seta starvsstevnuna. Í ár luttaka íalt 77 fyritøkur, kommunalir og almennir stovanar, og áhugin fyri at tekna til hjá teim vitjandi hevur verið metstórur í ár.

 

Høvuðssponsorar til Jobmatch eru Tórshavnar kommuna og  Bakkafrost. Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch.

Dyrnar lata upp kl 12, og setanin verður kl. 12:10. Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvsstevnan er endar kl. 17, tá Jazzygold fer at spæla nøkur løg. Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo