Í gjár var hugalig framløga um, tá ið føroyingar fóru til lands í síni tíð í Íslandi
Útróðurin við bátum í Íslandi byrjaði so at siga samstundis, sum sluppirnar fóru á Eysturlandið at fiska um 1870ini.
Tey fyrstu árini lógu sluppirnar inni á firðunum. Teirra bátar fiskaðu har nærhendis og avreiddu til skipið hvønn dag. Tó var skjótt, at menn úr øllum landinum fóru til Íslands at rógva út uttan skip.
Farið var við ferðamannaskipi yvir, og høvdu teir eisini bátar og útgerð við sær. Hetta var sum oftast í mei-juni. Leiðin lá mest yvir á Seyðisfjørðin, og haðani til fleiri aðrar bygdir á Eysturlandinum sum Vopnafjørð, Bakkafjørð, Borgarfjørð, Norðfjørð, Vattarnes, Skála og mong fleiri – øll hesi støðini sum mangur føroyingur enn í dag kennir væl frá fiskiskapi ella frásagnum.
Innivist fingu menninir hjá bóndum. Skip komu so yvir eftir teimum aftur í august-september.
Ymiskt var, hvat teir fingu burturúr og íslendingarnir lógdu nokk so nógv á fyri búgving og vistarhald – ofta var tað heili 10 % av tí teir forvunnu á sjónum.
Føroyingarnir vóru væl lýddir í Íslandi, vóru dugnaligir og ágrýtnir fiskimenn, og tað kom meir enn so fyri, at íslendingarnir tóku ymiskt upp, sum føroyingarnir gjørdu betri, lættari og skjótari, enn teir.
Á heysti í 1904 tóku átta menn úr Klaksvík seg saman um at lata eitt deksfar smíða at fara til Íslands við.
Tá ið teir komu út til Faktorin Úti í Klaksvík, vildi hann ikki lata teimum tilfarið, tí hann vildi vera fyrstur at eiga eitt slíkt. Jákup bóndi á Biskupstøð smíðaði honum so ”Nólsoyar Páll”. Síðani fór hann undir at smíða ”Havfrúnna” og í juli 1905 fóru teir yvir á Eysturlandið at rógva út á Seytisfirði.
Fýra mans sigldu bátin yvir, meðan hinir fóru yvir við farmaskipi. Teir átta undangongumenninir vóru sambært, Robert Joensen: Jógvan í Grótinum, Klávus í Trøllagili (eisini undan Grótinum – beiggi Jógvan og Christian í Grótinum) Julius á Biskupstøð, Poul á Køkinum í Kunoy, Niklas í Ánunum, Hans í Ánunum, Símun Jens á Biskupstøð og Poul Kristoffer í Syðrugøtu.
Jákup bóndi sum smíðaði fleiri enn 1000 bátar, var eina tíð í Íslandi og bygdi fleiri bátar har eisini – serliga størri før, umframt ein seksæring í føroyskum sniði.
Útgerðarmaðurin, Vilhjálmur Jónson á Seytisfirði segði, at føroyski útróðurin á Eystfirðum var uppá tað mesta frá 1908 til 1922. Í 1922 kom ein nýggj fiskivinnulóg, sum skerdi samarbeiðs møguleikarnar hjá føroyingum við íslendingar. Íslendingar søgdu bart út um hesa lóg, at hon var ”mikil Tróndur í Gøtu”, sum merkir, at hon var teimum ein stórur trupulleiki.
Stundum vóru meir enn túsund menn og kvinnur til lands í Íslandi. Kvinnurnar fóru yvir at arbeiða í fiski seinast í 1880unum. Tær vóru eisini um alt Eysturlandið, og arbeiddu bæði hjá føroyingum og íslendingum.
Føroyski úrtóðurin til lands í Íslandi helt uppat, tá Ísland fekk sjálvstýrii 1944. Tá fekk ongin loyvi til at fiska innan fyri mark. Seinni varð tikin upp tátturin, at føroyngar róðu út við íslendingum kring um alt Ísland.
Hugaligt í Smæruni við nógvum fólki, bæði úr Havn, Miðvági, Lorvík og her um vegir. Kaffi gjørdi eisini prátinum gott.























