Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jógvan fingið lykilin frá Heðini

sunda.fo

30. desember handaði Heðin Zachariasen, fráfarandi borgarstjóri í Sunda kommunu, nývalda borgarstjóranum, Jógvani Kruse, lykilin til kommunuskrivsstovuna.

Heðin, sum í dag er 61 ára gamal, hevur sitið 24 ár í kommunalpolitikki. Harav 20 ár sum borgarstjóri. Hann fer tó ikki at sita hendur í favn. Heðin situr á Føroya løgtingi fyri fólkaflokkin og so eigur hann fyritøkur.

Heðin og Jógvan kennast væl, tí Jógvan arbeiddi í nøkur ár sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í kommununi. 

Nývaldi borgarstjórin, Jógvan Kruse, er 41 ára gamal, og býr á Oyrarbakka. Jógvan stillaði fyrstu ferð upp á valinum 10.november 2020 og fekk hann flest atkvøður.

Vit í Sunda kommunu takka Heðini Zachariasen fyri tíðina og ynskja Jógvani Kruse vælkomnan í nýggja starvið sum borgarstjóri í Sunda kommunu.