Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu 70 ár

John William Joensen

Í dag er klaksvíkingurin Jógvan við Keldu 70 ár. Jógvan við Keldu er sonur Giggu og Theodor við Keldu. Gigga og Theodor fingu trý børn: Regin býr í Munkebo á Fyn, og Jógvan og Ásla búgva í Klaksvík. Jógvan við Keldu giftist í 1965 við Betty Skaale av Toftum. Betty og Jógvan eiga trý børn: Gunvá, Pætur og Tóra.

Í dag er klaksvíkingurin Jógvan við Keldu 70 ár. Jógvan við Keldu er sonur Giggu og Theodor við Keldu. Gigga og Theodor fingu trý børn: Regin býr í Munkebo á Fyn, og Jógvan og Ásla búgva í Klaksvík. Jógvan við Keldu giftist í 1965 við Betty Skaale av Toftum. Betty og Jógvan eiga trý børn: Gunvá, Pætur og Tóra.

Jógvan er ein av kendu poolitikarunum í Norðoyggjum og sæt sum borgarstjóri í Klaksvíkar Býráð í 16 ár. Longu í 1970 varð Jógvan við Keldu fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð. Eftir fyrsta skeiðið í býráðspolitikki stillaði Jógvan ikki uppaftur. Í 1980 bjóðaði hann seg fram bæði til løgtingsvalið og býráðsvalið. Á fólkaflokslistanum til løgtingsvalið kappaðist hann við Anfinn Kallsberg um at vinna sessin eftir Hákun Djurhuus, sála, sum ikki stillaði uppaftur. Anfinn vann, men tað var tepurt, tí munurin var bara tvær atkvøður.

Hann var var borgarsjóri í átta ár fram til 1988 tá

hann tók seg aftur, men í 1992 varð hann afturvaldur, og tá var hann aftur borgarstjóri í tvey valskeið.

Ábyrgdarsessir í landspolitikki:

Løgtingsmaður 1988-90, frá 1998 –2004, og aftur frá 2006-2010. Limur í uttanlandsnevndini. Framsøgumaður í uttanlandamálum á tingi.
Limur í Norðurlandaráðnum í 1989 og frá 1998- 2004 og aftur frá 2006.
Landsstýrismaður í Innlendismálum og í Norðurlandamálum 2004 og 2005. Stýrislimur í Norðurlendska Mentanargrunninum 2003 og afturvaldur fyri 2007-08. Stovnari og formaður í Vinnulívsráðnum í Klaksvík frá 1990-96, frá 2002-2004, og aftur frá 2006.

Framvegis aktivur

Nógv kundi verið at nevnt í samband við aktivu yrkisleiðina hjá Jógvan og ikki minst frítiðarvirksemið har hann var kórleiðari hjá Betesdakórinum í 45 ár og framvegis er aktivur sum organist og kórleiðari hjá 17 sangarum.

Hóast hann nú kann hátíðarhalda 70 ára føðingardag er hann framvegis aktivur í lokala vinnulívinum sum samskipari hjá Norðoya Vinnulívsráð.

Jógvan hevur øll árini verið ein skrivandi maður og tað er her at hann hevur givið eitt sera gott íkast til samfelagskjakið ígjøgnum sínar greinarrøðir í Norðlýsinum.

Ikki minst tær óteljandi greinirnar har hann sum borgarstjóri helt fast um at byggjast skuldi ein undirsjóvartunnil tvørtur um Leirvíksfjørð.

Vit á Norðlýsinum skulu ynskja tær inniliga tillukku við degnum sum tú í dag kansk halda saman við familju, børnum og abbabørnum.

Hjartaliga tillukku Jógvan.

v.h.

John William Joensen