Ungi álopsleikarin var nær við at skora.
Tá 80 minuttir vóru leiktir kom 17 ára gamli Jóhan Josephsen inn til sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá KÍ. Hann hevur verið partur av hópinum í ár og er toppskjútti á næstbesta liðnum. Í dag fekk hann debut og var tað ikki fyri eini stórbjarging frá dagsins leikara hjá TB, Silas Eyðsteinsson, so skoraði hann.
KÍ vann dystin 1-0 við máli frá Óla Ey. Poulsen.




