Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóhan og Bjørgvin til Team Klaksvík

Jákup Ósá

Team Klaksvík fær eisini føroyska tilgongd.

Team Klaksvík boðar frá, at sáttmáli er gjørdur við 24 ára gamla vestmenningin Jóhan í Garðastovu, sum síðsta kappingarár spældi við VÍF. Har gjørdi hann m.a. um seg í dysti móti júst Team Klaksvík, tá hann skoraði 11 mál. Hann er vinstri vongur. Harafturat kemur 34 ára gamli Bjørgvin Lemvig at verða málverji í hópinum afturat David Henigman, sum frammanundan er málverji. Hann spældi við Kyndli í fjør.

Landskappingin í hondbólti byrjar 11. september.