Dagført: FSF hevur tikið avgerð um leikbannið hjá Henry Heinesen og Jóhan Jacobsen.
FSF hevur tikið avgerð um leikbannið hjá Henry Heinesen.
Sambært FSF heimasíðuni, so hevur Henry Heinesen fingið leikbann í 4 dystir. Tað merkir, at hann ikki kann spæla aftur fyrr enn í 18. umfari. Tann dysturin er á Summarfestivalinum 8. august móti B68.
Tað var eftir nógv umtalaða dystin millum AB og KÍ, at Henry fekk reytt kort.
Dagført kl. 20.30: Nú er eisini greitt, at Jóhan Jacobsen fær langt leikbann fyri sítt reyða kort móti EB/Streymi. Hann skal sita uttanfyri í tríggjar dystir, hevur FSF avgjørt.




