Tíðin var ein av teimum bestu, sum hevur verið á Sjómannadegnum.
Kanska søguliga ”størsta” kappingin á Sjómannadegnum er kappingin í at egna skjótast. Hesaferð vóru fleiri fyrrverandi vinnarar við og tann sum vann tey fyrstu árini og sum hevur vunnið oftast, John Havn. Tað var eisini hann, sum vann hesaferð, fyri áttandu ferð samanlagt.
Úrslitið í 2023 gjørdist (topp 3):
1. John Havn 7.25.82
2. Rúni í Hjøllum 7.56.40
3. Anfinn í Toft 7.57.30
Vinnarar:
2023: John Havn 7.25.82
2022: Rúni í Hjøllum 7.53.18
2021: (eingin sjómannadagur)
2020: (eingin sjómannadagur)
2019: Anfinn Hansen 7.26.75
2018: John Havn 7.31.38
2017: Heðin Gregersen 8.20.00
2016: Anfinn Hansen
2015: Anfinn Hansen
2014: Rúni í Hjøllum 8.26.59
2013: Haldur Johansen 8.57.28
2012: John Havn 7.59.36
2011: John Havn 7.43.79
2010: John Havn
2009: John Havn 6.42.78
2008: Elmar Rubeksen
2007: Ólavur Jacobsen
2006: John Havn
2005: John Havn




