John Reid Bjartalíð var føddur 25. august 1916, sonur Onnu Katrinu fødd Lamhauge úr Lamba og Sámal Júst Joensen, seinni Bjartalíð, sum er ættaður úr Innistovu í býlinginum Vági. Hann andaðist í 1993. Árni Dahl, rithøvundur av bókarøðini, Bóltspøl millum Kjøl og Klakk, skrivar soleiðis um John Reid Bjartalíð:
John Reid Bjartalíð var føddur 25. august 1916, sonur Onnu Katrinu fødd Lamhauge úr Lamba og Sámal Júst Joensen, seinni Bjartalíð, sum er ættaður úr Innistovu í býlinginum Vági. Hann andaðist í 1993. Árni Dahl, rithøvundur av bókarøðini, Bóltspøl millum Kjøl og Klakk, skrivar soleiðis um John Reid Bjartalíð:
John Reid Bjartalíð var lívið og sálin í felagnum í drúgt áramál. Tað er einki at taka seg aftur í, at hann er tann persónur, sum í mestan mun hevur myndað Klaksvíkar Ítróttarfelag. Hann varð valdur í nevndina longu í 1937 og gjørdist fastur formaður frá 1948, til hann ikki tók við afturvali í 1972 (hann var tó vanligur nevndarlimur 1970-1971).
John Reid gekk aðrar leiðir enn javnaldrarnir, ið flestir gjørdust fiskimenn ella fóru at fáast við fiskaarbeiði á landi. Hann leitaði á danskar háskúlar og livdi av at arbeiða sum urtagarðsmaður og bókavørður. Felagsmaður var hann burturav og sera virkin, tá ið kom til ítrótt og mentan.
Í einum eyðkendum veiðimannasamfelag var ikki altíð hildið so nógv um hesi ítriv, men ið hvussu so er mongu seinastu ár síni mundi John Reid kenna, at klaksvíkingar virdu hansara ósjálvsøkna arbeiði fyri ungdómin í bygdini.
John Reid var skemtingarsamur maður og yrkti sjálvur nógvar tættir, sum hann sjálvur bar fram.
Ið hvussu so er eina ferð fekk hann tátt sjálvur, og um henda tátt seigur Ove Fredriksen, lærari, sum leikti við KÍ og var nevndarlimur eitt skifti. Hann gekk á læraraskúla í Havn og tók prógv í 1954:
”Eg gekk á læraraskúla, ímeðan Tummas N. Djurhuus, ella betur kendur kanska sum ”Tongla Tummas” gekk har, tó tvey ár framman fyri meg.
Úr Klaksvík hevði Tummas fingið álagt at yrkja ein tátt til eina kvøldsetu, sum KÍ ella sjónleikarafelagið skuldi skipa fyri, og álagt var mær at hava táttin við mær norður, tá eg kom í week-end.
Hósdagin fyri, segði eg við Tummas: ”Nú, eg havi onki fingið frá tær enn”? ”Jú”, sigur Tummas, ”um tú gevur nær nátturða í kvøld, so skal eg koma oman og yrkja, ímeðan tú gert nátturða”.
Sum avtalað so gjørt, og eg fekk táttin norður við mær dagin eftir, fríggjadagin.
Vit, sum kendu John Reid, vita, at hann var upp í nógvastaðni: KÍ, Sjónleikarafelagnum, bókavørður, gartnari, tíðindamaður, fekst við Rukkulakkan, Hugnalig Jól og annað mangt.
Tummas var ikki ókendur í Klaksvík, hann plagdi at búgva hjá Josiasi Matras á Vágsheygnum og plagdi at rógva út við ”Glottanum”, sum Josias átti.
Her er so tátturin, ið kom burtur úr:
Far til John Reid…
Lag: Oh, my Darling Clementine….
Her í Klaksvík er ein maður,
og hann kenna tú og eg,
hann er stuttur sum Sakeus
sær lítið út fyri verðini.
Tað er John Reid
tað er John Reid
tað er John Reid alla tíð,
tað er John Reid
tað er John Reid
tað er John Reid Bjartalíð.
Men skal nakað serligt gerast
her í hesi bygdini,
høgur, lágur, heiðin, kristin
gevur bara tey beskeð.
Far til John Reid….
Skal í Klaksvík brúdleyp verða,
og er brúðurin nervøs,
tí hon veit ei, hvør skal fylla
øll tey tómu snapsagløs.
Far til John Reid….
Standa Klaksvíks ungu gentur
uttan mannfólk okkurt kvøld,
tá tær ætla sær at spæla
hondbólt, rópar gentufjøld.
Far til John Reid….
Skal ein lutaseðil seljast
fyri ditt og fyri datt,
er hann grønur, er hann gulur
niðurlagið rætt og slætt.
Far til John Reid….
Um eitt sangkór higar kemur
verið tað av Selatrað
av Jamaica ella Toftum,
altíð sama niðurlag.
Far til John Reid….
Um ein høna verpur burtur,
um tú pumpa skalt ein bólt,
um nú KÍ heldur veitslu,
og so suppan er ov sølt.
Far til John Reid….
Skal á torginum í Vági
setast upp eitt jólatræ,
skalt tú eina bók tær læna
um kerligheit og tú veitst ei tað.
Far til John Reid….
Av tí at um henda John Reid
hevur verið so stór rift,
hevur hesin sami maður
ei fingið stundir seg at gift.
Neyðars John Reid….
Tá ið hann nú verður gamal
er tað okkar stóra vón
at tit klaksvíkingar geva
John Reid Bjartalíð pensjón.
Gamli John Reid
Gamli John Reid
Gamli John Reid alla tíð
Gamli John Reid
Gamli John Reid
Gamli John Reid Bjartalíð.
Far til John Reid….




