Kringvarpsstýri upplýsir í tíðindaskrivi í kvøld, at Johnny í Grótinum og Kringvarpsstýrið hava avtalu um, at Johnny fer úr starvinum sum kringvarpsstjóri.
Báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú, sigur Kringvarpsstýri
Inntil nýggjur stjóri er settur hevur Kringvarpsstýrið gjørt av at lata Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, røkja stjórastarvið, sigur Kringvarpsstýri




