Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóin úr Íslandi bleiv húsamaður

Jákup Andreasen

Søguna um Jóin fortaldi Jóannes á Geil á Húsum frá pápa sínum Geila Jakku. Jakku var í yngri árum til lands á Langanesi í Íslandi í nógv ár, og har kom hann í samband við familjuna hjá Jóin. Foreldur hansara vóru illa fyri, og liviumstøðurnar í Føroyum vóru frægari tá enn í Íslandi. Tey búðu á einum neystalofti og áttu fleiri børn, sum tey nóg illa kundu breyðføða. Tá Jóin var um 7 ára gamal, spurdi tey Geila Jakku, um hann kundi hava Jóin við sær til Føroya, har hann kom at vaksa upp. Jóin treivst væl á Húsum, og hann fór ongantíð aftur til Íslands at búgva.

Jóin tók skiparaprógv, og longu sum 21 ára gamal, fór hann at føra skip. Hann var ein arbeiðssamur og dugnaligur maður. Jóin átti hús á Húsum, men í 1928 ella 1929 flutti hann við familjuni til Klaksvíkar at búgva, har hann setti búgv norðuri á Stongunum. Geila Jóannes hevði lænt Jóin einar 3000 krónur at seta í Sigurfara, sum samanlagt kostaði 13000 krónur í 1926. Tað vóru nógvir pengar tá. Afturfyri fekk Jóannes húsini, sum Jóin átti á Húsum. Húsini lógu omanfyri vegin norðanfyri Gjógvaránna, men tey eru ikki til longur.

Jóin giftist Jóhonnu Sofíu, og tey fingu sjey børn, seks dreingir og eina gentu. Í mínum uppvøkstri minnist eg væl, at menn ofta nevndu onkrar av synunum, sum t.d. Jógvan hjá Jóin og Ingolf hjá Jóin. Tá visti eg onki um, hvør Jóin var. Ingolf var smiðjumeistari á Stórubeding í Klaksvík í nógv ár. Jóin hevur nógvar eftirkomarar í Føroyum. Flestu av monnunum eita Sigurðsson til eftirnavn.

Í 1933/1934 bleiv Jóin sjúkur, og fór til Danmarkar at søkja sær heilsubót, men onki hjálpti. Hann doyði í november 1934, bara 43 ára gamal. Jóin sá hvørki mammu ella pápa sín aftur, eftir at hann var fluttur til Føroya at búgva.