Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Jólacafé í Hvannasundi

Jóhann Lützen

Café Old School í Hvannasundi varð somikið væl móttikin í summar, at fyrireikararnir hava valt at hava opið í desember eisini.

Í caféini verður borreitt við te, ymsum kaffi, kakao og køkum, men nú í desember ber matskráin eisini brá av, at vit nærkast jólum.

Nógvar handgjørdar vørur eru eisini til sølu í caféini, so tað liggur væl fyri at finna eina jólagávu ella okkurt til jólahugnan.

So tað er bara at leita sær leiðina norður í Hvannasund til ein kaffimunn, og hvør veit, um tú ikki finnir eina jóladekoratión, eitt jólaprýði ella einar vøttir at hava heim við.

Opið er mik-, hós- og fríggjadagar kl.16-20.

Harleywoodpaint