Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Jólaheilsan 2018

Óli Matras Lassen, býráðslimur

 

Sum býraðslimur og nevndarformaður í Teknisku nevnd og Ferðslunevndini vil eg her kunna eitt sindur um farnu tvey árini og serliga um tað ið er á mínum økið, nevniliga vegir og ferðsla. Sum limur í byggi- og býarskipanarnevndini, mentunarnevndini og Havna- & vinnunevndini, fegnist eg um góðu gongdina í okkara kommunu og er tað mín vón at góða gongdin heldur áfram.

Nógv viðlíkahald- og asfaltarbeiðir í kommununi

Seinastu tíðina hevur verið asfalterað fleiri staðni í býnum og royna vit áhaldandi at halda vegirnir. Á íløgusíðini eru eisini fleiri stórar verkætlanir settar ígongd. Harímillum dagføring av Stangavegnum og vegaføring frá Víkavegnum og Reyðhússkákið.

Tey seinastu 2 árini hava vit lagt stóran dent á, at gera neyðugar ábøtur á vegakervið, og fara vit eisini komandi árini at gera dagføringar og nýíløgur. Tað er vegadeildin, sum saman við umsitingini kemur við tilmælum um hvørji vegastrekki eiga at verða dagførd, og saman við Teknisku Nevnd verða íløguarbeiðini ræðfest.

Viðlíkahald av vegakervinum hjá kommununi verður gjørt út frá einari tekniskari metan av slitlagið o.ø., og verður arbeiðið síðani framt áðrenn vegurin er so nógv slitin, at kostnaðurin gerst eyka stórur av at dagføra vegin, við óneyðuga tjúkkum asfaltlagi.

Í 2017 vóru fylgjandi størri viðlíkahalds- og íløguarbeiði gjørd: undir Hálsi, Klaksvíksskákið, Traðagøta, Mylnugøta, Nýggivegur, Biskupsstøðgøta, Stangavegur, Húsar, Árnafjørður og nógv onnur viðlíkahaldsarbeiðir.

Í 2018 hava vit dagført hesar vegir: Bøgøta, Gerðagøta, Kjalarvegur, Helnabrekka, Bumshamarsvegur, Stangavegur, brekkan oman til Kósina, Norðhavnin, bygdavegurin á Húsum, síðugøta til Fornágøtu í Mikladali, parkeringspláss niðri á Fløtti í Mikladali, síðugøta á Geilini, vegurin norðan fyri Magn og nógv onnur viðlíkahaldsarbeiðir á vegakervinum hjá kommununi. Í 2018 hevur kommunan gjørt fleiri nýgg parkeringspláss í Klaksvík, og komandi árini verður hildið fram við at gera fleiri parkeringspláss.

Ferðsluviðurskiftir

Sum formaður í Ferðslunevndini, arbeiða vit áhaldandi við at betra ferðsluviðurskiftini og fara vit eisini í komandi árið at gera fleir átøk so sum gonguteigar og aðrar ferðslubætar so tað verður enn tryggari í ferðsluni, baði hjá bilførarum og ferðandi til gongu. Ætlanin er eisini at seta parkeringsvør fyrst í komandi árið.

Sjálvt um vit hava eina rímiliga játtan til asfaltering av vegum, so er slitið nógv. Ferðslan við píkadekkum,  nógv salting og tunga ferðslan ger, at trýstið á viðlíkahald av vegunum er stórt.  Tó fegnist eg um, at vit nú við ársenda hava munandi betri vegir enn við ársbyrjan.

Til vegir íløgur og vegir rakstur hava vit góðar 12 milliónir krónur um árið. Í 2019 fara vit framhaldandi at dagføra Stangavegin, arbeiða við Klaksvíksskákinum (brekkan oman fyri Klaksvíkar Sjúkrahús) og gera veg- og parkeringsarbeiðir við sjúkrahúsið. Somuleiðis er ætlanin at arbeiða við einari loysn á trupulleikanum hjá fótgangarum norður til Ánirnar og Norðhavnina. Í Kalsoy verða eisini framdar fleiri vega- og parkeringsloysnir, vísandi til nógv øktu ferðsluna í oynni.

Vit mugu hava momentum

Sum kommuna er neyðugt at arbeiða á øllum økjum tá vit hava viðvind, tí vit vita, at tíðirnar kunnu broytast skjótt. Fyri tveimum árum síðan setti eg mær nøkur mál og haldi eg, at hetta eisini eru mál sum býráð og samgongufelagar eisini ynskja at arbeitt verður við. Eg kann nevna, at eg setti fram ynski um nýggjan barnagarð, spæliland, alternativa íbúðarbygging og gongubreyt norður í Ánirnar. Hetta eru alt mál sum eg ætli at hava fokus á tey komandi árini. Vælverudepil er komin, gongd er á skúla- og stationøkinum, stórt ídnaðarøkið verður gjørt uppi á Borðoyarvík, í miðbýnum verður arbeitt við at gera eina hugnaliga miðbýðarkjarnu og vit hava eisini fingið eitt hugnaligt maritimt økið. Rokni eisini við at komandi árini verða gjørdar stórar íløgur innan vinnuna sum eisini fara at merkjast í kommunukassanu. Tað er mín vón, at desembur fer at gerast ein góður mánaður hjá okkara kommunu.

Fiskivinnunýskipanin og Klaksvíkar kommuna

Hjá mær er tað eingin ivi um, at fiskivinnunýskipanin hevur stóra ávirkan á okkara kommunu og okkara vinnufyritøkur. Tað er eisini tað eg upplivi, tá eg tosi við fólk frá vinnulívinum. Tá løgtingið segði upp fiskiloyvini bedýraði fleiri løgtingslimir, at tey ikki ynkstu at gera stór inntriv hjá verðandi vinnufyritøkum. Men hetta hevur víst seg ikki at passa. Tey flestu munnu vita, at partar av vinnuni hava havt tað trupult seinastu árini, og tá man harumframt tekur rættindi frá einum økið, ið hevur keypt rættindi fyri nógvar milliónir krónir og gjarðar út sum menningarkvotur, og uppusølu av rættindum, sum vinnufyritøkur her norðuri og kring um í Føroyum hava goldið nógv fyri at fáa hendur á, so er heilt galið.  Jú sanniliga merkist “fiskivinnufløkjan” í okkara kommunu.

Framburð sjálvt í mótgongd

Eg fegnist um tær stóru og positivu verkætlanirnar ið eru í gongd í okkara kommunu, og eg ivist ikki í, at vit framhaldandi fara at verða ein vinnarakommuna, við tí fólki, ið her býr og virkar.

Okkara samleiki er samanhald, virkisfúsni og vit síggja heldur møguleikar enn forðingar, tað vísir bjarta søgan hjá okkara kommunu.

Eg vil ynskja øllum eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signa nýggjár við vón um eitt gott 2019.