Í kvøld kl. 20:00 verður árliga jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkesturi í Christianskirkjuni. Fyrsta jólakonsertin í røðini var í 1966. Burtursæð frá korona tíðini hevur konsertin verið hildin á hvørjum árið síðani.
Umframt Klaksvíkar Hornorkestur luttekur Klaksvíkar Manskór.
Á skránni eru góður horntónleikur og kórsangur, kendir jólasálmar og felagssangur.
Marjun Lómaklett, prestur, hevur andakt.
Møguligt verður at stuðla KH við einum oyra eftir konsertina.
Klaksvíkar Hornorkestur




