Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólakonsert í Spinnarínum

VIVA

Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir fara at hava hugnaliga og nærverandi jólakonsert í Klaksvík

Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir fara at seta dám á jólatíðina kring landið.

Frá síðst í november og fram móti jólum fara tey at hava seks jólakonsertir kring landið.

Tey kallað konsertrøðina »Ársins jólakonsert«, og tey fara at spæla kendar føroyskar og útlendskar jólasangir.

Konsertirnar fylgja koronutilmælunum og hava avmarkað áhoyraratal. Lagt verður upp til nærverandi og hugnaligar konsertir við trimum framúr sangarum.

Ein av konsertunum verður í Klaksvík. Leygarkvøldið 28. november kl. 19.00 hava tey konsert í Spinnarínum.

Hinar konsertirnar verða í Silo í Havn tann 5. og 12. desember, á Bryggjuni í Vestmanna tann 13. desember, í Løkshøll í Runavík tann 18. desember og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 19. desember.

Atgongumerki eru sett til sølu á heimasíðuni atgongumerki.fo.