Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jólamiðbýurin fær rósur

Jóhann Lützen

Eg haldi at tað er sera jólaligt í miðbýnum í ár, stórt rós, takk fyri, skrivar ein vælnøgdur borgari

 

Í facebook-bólkinum “Klaksvík – rís og rós” eru sera nógv fólk, ið halda at miðbýurin er sera væl jólaskrýddur í ár. Tað er ofta rís heldur enn rós ein kann lesa á hesum bólki, men jólamiðbýurin fær jaligar viðmerkingar. 

Ein skrivar

Vit eru øgiliga ófør at skriva tá okkurt keðiligt er í Klaksvík. Men her er ein positiv viðmerking. Veit ikki hvør hevur ábyrgdina . Men eg haldi at tað er sera JÓLALIGT í miðbýnum í ár. Tað skulu tey sum hava pynta hava stórt rós fyri. Haldið áfram við hasum. TAKK FYRI.

Í skrivandi løtu hava 308 dáma boðini og fleiri játtandi viðmerkingar eru at lesa.