Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jólapakkin frá Soli Deo Gloria – ein jólahjálp fyri fólk í Norðoyggjum

Soli deo Gloria

Í ár fer Samkoman Soli Deo Gloria, í Klaksvík, at veita jólahjálp

 

Í komandi viku verður faldari við kunning um jólahjálpina borin út í hvørt hús í Norðoyggjum, men longu nú ber til at søkja um hjálp.

Jólahátíðin, har vit minnast, at Jesus var føddur og gav okkum vón, er fyri framman.

Hesa vón vilja vit fegin birta, har tørvurin er størstur.

Við jólapakkanum vilja vit fegin veita jólahjálp til tey, sum ikki hava nóg mikið um jólini. Í høvuðsheitinum er talan um mat.

 

Hvør kann søkja um jólapakkan?

  • Fólk, ið hava tað torført fíggjarliga
  • Fólk, ið kenna onkran, ið hevur tað torført fíggjarliga

 

Soleiðis gert tú:

  • Send ein teldupost til post@sdg.fo
  • Greið í stuttum frá, hví tú søkir um jólahjálp.
  • Um tú ikki søkir fyri teg sjálvan, upplýsir tú, hvønn tú søkir fyri.
  • Ert tú í iva um okkurt, ert tú vælkomin at ringja, tlf. 212084 ella 283690
  • Seinasta freist at søkja er 10. desembur 2025

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Vit taka við gleði ímóti stuðli til hetta átak. Tú kanst flyta eina gávu á konto í

Norðoya Sparikassi: 9865 – 337.422.4

Viðmerk: Jólapakkin