Tær umleið 100 skinkurnar, sum eru í hjalli á Trøllanesi hava nú hingið í gott hálvt ár og ígjár var fyrsta royndin tikin fyri, at meta um dygd og nær tær verða lidnar.
Turkingin gongur væl og tann eyðkendi smakkurin og lukturin er komin í tær.
Heystið hevur nógv at siga fyri endaliga útslitið, og tað er vónin at hitalagið í oktober fer at liggja um 7 gradir og við fitt av vindi sum eru optimalar umstøður fyri at turka skinkur.
Tað er ætlanin og vónin at Trøllanes skinkan er fult búgvin og turkað til Jólar.
Royndirnar á Trøllanesi sýna at Norðuroyggjar eru stak góðar til alla turking.







