Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólatræið í Ánunum tendrað

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Sum ikki einaferð spældi Klaksvíkar Hornorkestur undan og eftir røðuna hugnaligar jólatónar.

Í kvøld  varð jólatræið í Ánunum tendrað kl. 18.00. Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini helt røðu, og hevði hon fingið ommudóttir sína, Sól, sum býr í Ánunum, at hjálpa sær at tendra træið.

Áhoyrarafjøldin við hópin av børnum hjálpti eisini til við at telja niður, og tað eydnaðist – træið tendraði á slagnum.

Jóhanna hugleiddi í røðu síni um, hví vit halda jól, har børnini dugdu væl at svara rætt uppá ymsu spurningarnar, ið settir vórðu. Síðani las Jóhanna C. Christiansen eina søgu fyri børnunum.

Boðið varð eisini ein góður kaffimunnur aftaná, sum kom væl við í kuldanum.