Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólatræið tendrað

Oliver Joensen

Sera hugnaligt og vælskipað Norðurjól tiltakið í Vágstúni í dag, hevði millum annað við sær, at stóra jólatræið varð tendrað. Klaksvíkar Hornorkestur setti, sum so mangan fyrr, dám á tað løtuna. Eisini var tað ein av stuðlunum undir Klaksvíkar Hornorkestri og stjóri á Norðoya Fornminnasavni, Andras Sólstein, ið helt røðu í sambandi við at træið bleiv tendrað, eins og tað var hann, sum saman við børnunum taldi niður til tendrað bleiv.

Nógv undirhald var á skránni og serstakliga gjørdi Bubo stóra eydnu saman við barnakórinum í KFUM. í Teldinum var dúgliga vitjað og eisini búðurnar komu til sín rætt.

Hallur Joensen var eisini á skránni og hann hevði sum vera man eisini góða ávirkan á foreldrini, ið so dúgliga hildu út í  móti kalda landnyrðinginum í dag.

Í deildini hjá Eik, var skipað fyri kapping í køkuhúsum. Luttakandi húsini síggjast eisini á myndunum.