Leygarkvøldið, 29. november kl. 18, verða jólatrøini í Hvannasunds kommunu tendrað
Almenna jólatræhaldið í ár verður í Hvannasundi. Hallgerð Akurstein heldur røðu.
Felagssangur verður eisini.
Kaffi, te og okkurt afturvið verður at fáa uttan fyri Gamla skúla, har haldið verður.
Børnini fáa ein bommpakka
Skrá:
Haldið byrjar kl. 18
– boðið verður vælkomin
– felagssangir: Eg eri jólamaðurin og Nissu mamma og nissu pápi
– Hallgerð Akurstein flytir fram røðu
– felagssangur: Gleðilig jól
– kaffi, te og karamellur – børini fáa ein bommpakka



