Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jólatrøini tendrað

Tekst og myndir: Dávur Winther

Jólatræið í Vágstúni varð tendrað í dag kl. 15.30, har Øssur Kjølbro, prestur helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Her møtti væl av fólki, men vegna sóttini varð ikki skipað fyri jólabúðum ella báli, sum onkuntíð.

Eisini jólatræið í Árnafirði varð tendrað í dag kl. 17.00, har Niels Andreasen, portørur helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Her var eisini væl av fólki samankomið og nakrar flikrur, sum fullu hesa løtuna, gjørdu hana bara betri.

Niels hugleiddi um gamlar dagar í Árnifirði – eisini um jólini, tá ið tey vitjaðu har og gingu um Áarskarð.

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 29. novembur kl. 18.00
Karl H. Johansen, borgarstjóri heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 29. novembur kl. 19.00
Eyðstein Poulsen, býráðslimur heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Niðanfyri verður røðan hjá Øssuri Kjølbro, presti endurgivin

Góðan dagin, øll somul!

Kanska tit hava hoyrt søguna um tað fyrsta jólatræið! Tað eru ymiskar søgur um tað. Ein søgn sigur, at Martin Luther í Týsklandi, sum stóð á odda fyri trúbótini fyri 500 árum síðani, var tann fyrsti at fáa sær jólatræ innandura.

Jólaaftan í 1536 var hann á veg heim, og leiðin gekk gjøgnum ein lítlan skóg. Himmalin var stjørnuklárur, og Martin varð bergtikin av stjørnunum, sum glampaðu niður yvir kavakløddu trøini. Tað minti hann á tað himmalska ljósið, og hann kom í sannan jólahýr. Komin inn um dyrnar vildi hann greiða familjuni frá tí hugtakandi sjónini, men hann fann eingin orð, sum kundu lýsa allan vakurleikan. Tí fór hann út aftur og tók eitt lítið grønt træ upp; hann setti tað á borðið í skýmligu stovuni, setti ljós á greinarnar og segði síðani børnunum frá um einglarnar og ta stóru stjørnina í Betlehem.

Hvussu álítandi ein sovorðin halgisøga er, er ivasamt. Kanska var Luther bara tann fyrsti at seta ljós á jólatræið. Men framvegis minnir jólatræið okkum á alt tað vakra og hugnaliga við jólunum og jólaboðskapinum. Tað, vit kanska hava trupult við at lýsa við orðum.

Tað finst nógv vakurt jólaprýði, men tað manglar nakað, um einki jólatræ er. Tí træið peikar meira enn alt hitt upp eftir – upp ímóti tí stóra ljósinum, sum lýsti niður á tað lítla fjósið í Betlehem. Tá heimsins ljós kom inn í okkara heim at búgva hjá okkum.

Men samstundis sum sterki træbulurin minnir okkum á sambandið uppeftir, breiðir jólatræið sínar bleytu greinar úteftir og minnir okkum á sambandið millum okkum menniskju. At vit, júst sum lítla barnið í krubbuni lærdi okkum, toyggja okkum út til hvør annan og eru nakað fyri hvør annan. Tí hóast vit í eina avmarkaða tíð eru noydd at halda frástøðu, eru vit ikki skapt til frástøðu, men til nærveru, til hjáveru.

Um eina lítla løtu tendra vit jólatræið, og í morgin er fyrsti sunnudagur í advent. Sostatt er tann hugnaliga bíðitíðin til sjálva jólahøgtíðina skotin í gongd!

Og júst hetta – at bíða – fellir okkum ikki altíð so lætt. Helst er tað eyka torført hjá okkum, sum búgva í ríkasta partinum av heiminum. Tí at vit eru so von við at fáa ein stóran part av tí, sum vit peika á, og tað rímiliga skjótt. Bæði børn og vaksin. Vit vita, hvat vit hava rætt til og halda okkum hava uppiborið.

Fyrr var adventstíðin ein tíð, har ein noktaði sær sjálvum alt óneyðugt, nettupp fyri at læra seg at bíða eftir tí stóru høgtíðini, tá ein kundi njóta alt. Vit hava hinvegin jólahugna mest sum allan desember mánað, hóast korona aftur í ár sær út til at spilla spælið eitt sindur.

Tað loysir seg sjáldan at droyma aftur til tað gamla, tað farna. Men tað er tó nakað sunt við at bíða. At steðga eitt sindur á og geva sær stundir at gleða seg til nakað stórt, sum skjótt fer at vera, men tó ikki reiðiliga enn. ”Forventningens glæde er den største”, verður Kierkegaard endurgivin fyri at hava sagt. Tað er sunt at bíða, at gleða seg. Tað er sunt ikki at fáa alt beinanvegin. Ja, tað er enntá sunt at keða seg, siga tey serkønu.

Vónandi kann henda hugnaliga og fjálga tíðin fram móti jólum minna okkum á tað. At tað er vert at bíða – eftir tí stóra ljósinum, sum stjørnan á toppinum minnir okkum á. Jesusbarnið, sum kann gera tað ljóst í okkara hjarta og lærir okkum at vera smá ljós í lívinum hjá hvør øðrum. Ikki einans hesa køldu ársins tíð, men alt árið.

Nú er nóg mikið tosað um at bíða; nú er løtan komin at tendra ljósini og stjørnuna! Eina góða og hugnaliga bíðitíð ynski eg tykkum øllum og eini gleðilig jól!

Takk fyri!