Jólaaftan klokkan 13:30 – áðrenn jólafriðurin veruliga hevur lagt seg og jólatræ, jólamatur og jólagávur verða á skránni – verður skipað fyri jólatúri á Eiði.
Tiltakið verður skipað soleiðis, at øll byrja við húsið í Hólmanum fyri síðan at ganga ella renna niðan móti Eiðisskarði í 20 minuttir, áðrenn vent verður oman aftur ímóti bygdini og endað aftur við Hólmahúsið.
Soleiðis eru øll í gongd í eitt sindur meira enn hálvan tíma, og øll byrja og enda umleið samstundis í sama stað.
Aftaná bjóðar kommunan kaffi, og lutakast verður millum luttakararnar um eitt gávukort frá Eiðis Kommunu og Inn á Eiði á 500 kr í handlinum.
Tilmelding fer fram á staðnum beint áðrenn klokkan 13:30, og luttøkan er sjálvandi uttan nakran kostnað.
Vónandi síggjast vit til eitt frískligt og hugnaligt tiltak á Eiði jólaaftansdag.



